Skip to content

Samband

El-in Sp/f
Klingrugarður 8
700 Klaksvík
Føroyar

Tlf. +298 47 45 00
Teldupostur: el-in@el-in.fo

V-tal: 493333

Seinast dagført: 19.12.2022

Privatlívspolitikkur / Dátuverndarkunning

Privatlívspolitikkur / Dátuverdarkunning

EL-IN hevur
dátaábyrgd av upplýsingunum, sum vit savna um teg, og vit tryggja, at tínar
persónupplýsingar verða viðgjørdar sambært ásetingunum í dátuverndarlógini.

Vit taka tína dátuvernd í álvara, og hava tí viðtikið hendan
privatlívspolitikk, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónupplýsingar

Kontaktupplýsingar

Um tú ynskir at venda tær til okkum viðvíkjandi okkara viðgerð av tínum
persónupplýsingum, kanst tú gera tað fylgjandi:

EL-IN Sp/f

Klingrugarður 8

FO-700 Klaksvík

Føroyar

V-tal:493333

el-in@el-in.fo  ella +298 47 45 00

Viðgerð av persónupplýsingum


Persónupplýsingar eru allir upplýsingar, sum á ein ella annan hátt
kunnu vísa til tín. Um so er, at tú ikki ynskir, at vit viðgera hesar
upplýsingar, kann tað gerast trupult at varðveita og halda møguligar avtalur.

Møguligir kundar

Um tú ynskir at verða kundi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi
persónupplýsingar um teg:

  • Navn
  • Bústaður
  • Telefonnummar
  • Teldupostur

 

Persónupplýsingar um kundar verða savnaðar til fylgjandi endamál:

  • Møguligt framtíðar samstarv ella keyp
  • Fyrisiting av tínum sambandi við okkum

Hesar upplýsingar samlast grundað á fylgjandi lógarheimild: Heimilað áhugamál. sbrt. §8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.

  • Heimilað áhugamálið hjá felagnum, sum er at veita tær/virkinum hjá tær eina tænastu, sum ger tað neyðugt, at vit viðgera hesar persónsupplýsingar um teg. Felagið tryggjar, at at heimildaðu áhugamálini ikki ganga fram um rættindini hjá skrásetta. Hesar upplýsingar eru oftast innsamlaðar á messum ella øðrum líknandi tiltøkum ella samrøðum osv.

Upplýsingar verða goymdar so leingi, sum tað eftir reglunum er loyvið, og
vit sletta tær, tá ið vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er
treytað av hvørjar upplýsingarnar eru, og hví tær verða goymdar. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi kundum slettaðar, eftir at avtalan er endað, ella tá iðmett verður, at  samskiftið ikki er viðkomandi longur. 

  • Upplýsingar um møguligar kundar strikast 5 ár eftir at seinasta samskifti var, ella um kundin biður um tað.

 

Kundar

Um tú ynskir at gerast kundi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi
persónupplýsingar frá tær:

  • Navn
  • Bústaður
  • Telefonnummar
  • Teldupostur

 

Persónupplýsingar um kundar verða samlaðar til fylgjandi endamál:

  • Viðgerð av tínum keypi og okkara veitan
  • Fyrisiting av tínum sambandi til okkum

Hesarupplýsingar samlast grundað á fylgjandi lógarheimild:

  • Viðgerðin verður gjørd grundað á: Avtala. sbrt. §8, stk. 1, nr. 2 í dátuverndarlógini

Upplýsingar verða goymdar so leingi, sum tað sambært reglugerðini er
loyvið, og vit sletta tær, tá vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av, hvørjar upplýsingar eru og hví tær verða goymdar. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi kundum strikaðar, eftir at avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at  samskiftið ikki er viðkomandi longur.

  • Upplýsingar um kundar strikast 5 ár eftir at kundasamstarvið og samskiftið endaði.

 

Veitarar og samstarvsfelagar

Um tú ynskir at verða veitari ella samstarvsfelagi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónupplýsingar um teg:

  • Navn
  • Bústaður
  • Telefonnummar
  • Teldupostur
  • Kontonummar

Persónupplýsingarum veitarar og samstarvsfelagar verða samlaðar grundað á fylgjandi endamál:

  • Til viðgerð av okkara keypi/veitan
  • Fyrisiting av tínum sambandi við okkum

Hesarupplýsingar samlast grundað á fylgjandi lógarheimild:

  • Viðgerðin verður grundað á: Avtala. sbrt. §8, stk. 1, nr. 2 í dátuverndarlógini

 

Upplýsingar verða goymdar so leingi, sum tað sambært reglugerðini er
loyvið, og vit sletta tær, tá vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av, hvørjar upplýsingar eru, og hví tær verða goymdar. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi veitarum og samstarvsfeløgum strikaðar, eftir at
avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at  samskiftið ikki er viðkomandi longur.

  •  Upplýsingar um veitaran strikast 5 ár eftir at seinasta samskifti var, kundin biður um tað ella tá ábyrgd fyri keyptar vørur er útgingin.

 

Starvsumsóknir/umsøkjarar

Tá ið vit móttaka eina starvsumsókn og fylgiskjøl, verða øll skjølini lisin av tí ávísa leiðaranum við tí endamáli, at  svara og meta um innihaldið í sambandi við eitt ávíst arbeiði. Okkara lógarheimild til viðgerðina av umsóknini er: Heimilað áhugamál. sbrt. §8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.

Umsókn og fylgiskjøl verða deild víðari innanhýsis til persónar, sum eru í setanarbólkinum, og verða ikki víðarigivin til onnur uttanfyri fyritøkuna.

Persónupplýsingar, sum koma fram í setanartilgongdini, verða viðgjørdar við fylgjandi grundarlagi:  Heimilaðu áhugamál. sbrt. §8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini. Tað eru áhugamálini hjá bæði felagnum og tí skrásetta, at persónupplýsingarnar verða viðgjørdar í samband við setanartilgongdina.

Umsóknir og fylgiskjøl verða goymd, til rætti umsøkjari er funnin, og setannartilgondin er endað. Eftir hetta verða umsókn og fylgiskjøl strikaði. Um ynski er at goyma umsóknina og fylgiskjøl, skal felagið hava samtykki til hetta.

Tá ið talan er um óbidnar umsóknir, verður avgjørt um umsóknin skal goymast, so skjótt sum hon er
móttikin. Um niðurstøðan er, at hon skal goymast, verður biðið um samtykki frá umsøkjaranum at goyma umsóknina, annars verður noktandi svar sent, og umsóknin
slettað beinanvegin.

Um umsókn og fylgiskjøl verða goymd í meiri enn 12 mánaðir, skal biðjast um eitt nýtt samtykki frá umsøkjaranum.

Títt samtykki er sjálvboðið, og tú kanst til eina og hvørja tíð taka tað aftur við at venda tær til okkum. Nýt
kontaktupplýsingarnar omanfyri, um tú ynskir fleiri upplýsingar.

Aðrar upplýsingar um viðgerð

Trygd

Vit hava gjørt passandi tøknilig og fyriskipanarlig tiltøk ímóti, at tínar upplýsingar av tilvild ella ólóliga verða slettaðar, almannakunngjørdar, burturblivnar, minka í virði, nakar óviðkomandi fær hendur á teimum, verða misbúktar ella á ein ella annan hátt verða viðgjørdar í stríð við lógina. Dátuábyrgdarin tryggjar, at viðgerðin bert kann fara fram, tá ið allar dátutrygdarreglar verða fylgdar iflg. Dátuverndarlóginia § 7

  • Allur dátuflutningur og goymslan av personupplýsingum er mett trygg, firewall er installerað, anti malware er á øllum teldunum. Backup verður tikið, og mannagongdir fyri at endurstovna upplýsingar er gjørd. Atgongd til persónupplýsingar er bygt á brúkara-ID og persónligt loyniorð vm.

Dataminimering

Vit savna, viðgera og goyma bert persónupplýsingar, sum eru neyðugar í sambandi við at náa okkara ásettu endamál. Harafturat kann tað verða lógargivið, hvat slag av persónupplýsingum, eru neyðugar at savna og viðgera í samband við okkara virksemi. Nøgdin og slagið av persónupplýsingum vit viðgera, kann verða ásett av tørvinum at halda eina avtalu ella øðrum lógarásettum skyldum.

Dagførdar upplýsingar

Okkara tænasta er treytað av, at tykkara upplýsingar eru rættar og dagførdar, og vit biðja tykkum upplýsa okkum um týðandi broytingar í tínum upplýsingum. Tit kunnu nýta kontaktupplýsingarnar omanfyri, at siga okkum frá, um broytingar á hesum øki, so syrgja vit fyri, at dagføra tínar persónupplýsingar. Um vit sjálvi leggja merki til, at upplýsingarnar ikki eru rættar, dagføra vit upplýsingarnar og geva tær boð um hetta.

Víðarigevan av upplýsingum

Vit brúka fleiri triðjapartar til goymslu og viðgerð av persónupplýsingum, herímillum veitarar av kt-loysnum, myndugleikum sum TAKS, og bankar, grannskoðara osv. Hesi viðgera bert upplýsingar okkara vegna, og skulu ikki brúka tær til egið endamál. Í týðandi førum verða upplýsingarnar víðarigivnar til sakførarar, inkasso, bankar flutningsfeløg osv.

Vit brúka dataviðgerðir úr EU ella tryggum triðjalondum, sum hava neyðugu trygdarviðurskiftini í ordan, umframt feløg í londum, sum kunnu veita nøktandi dátuverndartrygd.

EL-IN hevur eina Facebook síðu og ein Instagram profil og víst verður til privatlívspolitikkin hjá Facebook her

EL-IN hevur eisini ein Linkedin profil og víst verður til privatlívspolitikkin hjá LinkedIn her

Tíni rættindi

  • Tú hevur til eina og hvørja tíð rætt til, at fáa upplýst hvat fyri upplýsingar vit viðgera um teg, hvar tær koma frá, og hvat vit brúka tær til. Tú kanst eisini fáa upplýst, hvussu leingi vit goyma tínar persónupplýsingar, og fáa at vita, hvør fær upplýsingarnar um teg, í tann mun vit víðarigeva upplýsingarnar í Føroyum og uttanlands.

  • Um tú biður um tað, kunnu vit upplýsa/geva tær upplýsingarnar, sum vit viðgera um teg. Heimild kann tó verða avmarkað, um privatlívið hjá øðrum skal verjast, handilsloyndarmál og ólikamlig rættindi.

  • Um tú heldur, at persónupplýsingarnar, sum vit viðgera um teg, eru skeivar, hevur tú rætt til at fáa tær rættaðar. Tú skalt venda tær til okkum og upplýsa okkum um, hvar feilurin er, og hvussu tað kann rættast. Vit heita á teg, at verða neyvur um tínar umbidnu rættingar, ella kann tað gerast trupult hjá okkum, og tað kann í ávísum førum føra til, at vit ikki kunnu eftirlíka tínum rættingum.

  • Í summum førum, hava vit skyldu at sletta tínar persónupplýsingar. Tað geldur t.d., um tú tekur eitt eventuelt samtykki aftur. Um tú heldur, at tínar upplýsingar ikki longur eru neyðug í samband við tað endamál, sum vit heintaðu tað til, so kanst tú biðja um at fáa tær slettaðar. Tú kanst eisini seta teg í samband við okkum, um tú heldur, at tínar persónupplýsingar verða viðgjørd ímóti lógini ella øðrum rætsligum avtalum.

  • Tú hevur rætt til at senda eina klagu til dátueftirlitið (www.dat.fo)

Dátueftirlitið
Tinganes
Postboks 300
FO-110 Tórshavn
Tlf.: (+298) 309100
Teldupostur: dat@dat.fo

  • Tú hevur rætt at nokta okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Tú kanst eisini nokta, at vit víðarigeva tínar upplýdingar til marknaðarføring. Tú kanst brúka okkara upplýsingar her ovast til at senda tína klagu. Um tín klaga er heimilda, syrgja vit fyri at steðga viðgerðini av tínum persónupplýsingum.

  • Tú hevur møguleika at gera brúk av dátaportabilitet, um so er at tú ynskir at tínar upplýsingar verða fluttar til ein annan dátaábyrgda ella dátaviðgera

  • Vit strika tínar persónupplýsingar, tá tær ikki longur eru neyðugar til tað endamálið, sum tær vóru samlaði til.

Tá ið tú vendir tær til okkum, við eini áheitan um at rætta ella sletta tínar persónupplýsingar, kanna vit, um tú lýkur treytirnar, og so gera vit broytingarnar ella sletta upplýsingarnar so skjótt sum gjørligt.

Tú kanst brúka tíni rættindi við at venda tær til okkum. Okkara upplýsingar sært tú undir "Privatlívspolitikkur / Dátuverdarkunning.