Handil: fo-FO EL-IN, DKK
Skrá
Kurv

Um EL-IN

Virksemið byrjaði so smátt við einum lítlum verkstaði á heysti í 1991. Handilin við navninum EL-IN lat upp tann 19. sept 1992 og sigast má, at torført verður at finna eitt myrkari tíðarbil í nýggjari føroyskari søgu at byrja handilsvirksemi. Tann 6. oktober, ella 17 dagar seinni, fór alt samfelagið av lagi, við tað at Sjóvinnubankin varð hóttur við afturlating og Føroyar vórðu settar undir umsiting.

​Síðani smædnu byrjanina er virksemið vaksið heilt nógv, og er søgan aftanfyri vøksturin ein støðug víðkan í teim tænastum, sum EL-IN kann bjóða, og í dag kunnu vit fegnast um eina fyritøku, sum hevur eitt stórt úrval innan lampur, hvítvørur, el-lutir og búnýti.

​Síðani Norðoyatunnilin lat upp tann 29. apríl 2006, hevur framgongdin verið enn størri, við tað at vit hava fingið eitt smidligari samband við meginøkið. Hetta hava vit hjá EL-IN merkt nógv til, og síggja vit fleiri og fleiri fólk úr øðrum pørtum av Føroyum vitja okkara handil regluliga.

​Eitt stórt arbeiði verður lagt í at broyta og nútímansgera úrvalið, so at tað altíð er spennandi sum viðskiftafólk at vitja handil okkara.

​Vit hjá EL-IN ynskja at bjóða øllum vælkomnum at vitja hesa heimasíðu og handil okkara við tí stóra úrvalinum.







EL-IN Sp/f, Klingrugarður 8, FO-700 Klaksvík, Føroyar, tlf: +298 47 45 00, email: el-in@el-in.fo, v-tal: 493333