Spar uppá el-kostnaðin við El-in

Spar uppá el-kostnaðin við El-in

Spar uppá el-kostnaðin við El-in

Vit bjóða nú eina tænastu til tín fyri at spara uppá el-kostnaðin uppá hitapumpur og el-bilar.

Les meira á viðheftu myndunum.

Tú ert eisini vælkomin til at kontakta okkum á facebook um tú hevur fyrispurningar.

Í samband við bygningskunngerðina BK17 er tað nú møguligt at spara uppá el-kostnaðin uppá hitapumpur og el-bilar. El-in hevur serkunnleika innan økið og bjóðar tær fegin ráðgeving, so tú kanst spara mest møguligt. Lat okkum koma at kanna tað fyri teg og vit finna tær tann besta prísin á marknaðinum.

Niðanfyri sæst nærri frágreiðing:

Hitapumpur:

Sambært elveitingarlógini kunnu hitapumpur fáa serligan prís fyri elnýtslu.

Lógin ásetir, at hesar hitapumpur skulu vera góðkendar sambært BK17. Eingin áseting er um, at skiftið frá olju til el skal vera totalt. Sostatt kann ein luft til luft hitapumpa, sum er góðkend sambært BK17, eisini koma undir hesa skipan.

Elbilar

Fyri at fáa serligan elprís er neyðugt, at bilurin verður løddur umvegis eina av SEV góðkendari løðistøð (heimaløðistøðin), sum samskiftir við yvirskipaðu stýriskipanina hjá SEV. Løðistøðin skal kunna samskifta við KT skipanina hjá SEV. Samskiftishátturin (protokoll) er OCPP 1,6 Fully ella nýggjari útgáva.

SEV skal kunna stýra uppløðingini bæði í tíð og effekt. Um kundin tekur stýringina frá SEV, við t.d at løða bilin uttan fyri tey tíðarskeið, ið SEV ásetur, verður eyka gjald kravt, hvørja ferð hetta hendir.

Umsókn:

Vegna kundan søkir góðkendur elinnleggjari SEV um sundurbýting av innleggning og uppseting av serstøkum elmátara (mátari nr. 2), sí mynd 1.

Elinnleggjarin skal prógva, at hitapumpan uppfyllir krøvini i BK17. Í løtuni er hendan áseting í BK17:

8.6.4 Hitapumpur og køliútbúnaður, stk. 2:

Hitapumpur skulu lúka krøvini í “EU-forordning nr. 813/2013/EU” og “EU-forordning 206/2012/EU”.

Mátiskipan

Fyri at avrokna ávísa elnýtslu fyri seg, er neyðugt við serstøkum elmátara. Eisini er neyðugt við sjálvstøðugari eltalvu, har bert nevnda elnýtslan verður stremveidd gjøgnum. Hendan eltalvan skal plomberast. Brúkslutirnir hitapumpa og løðistøð skulu hava fasta íbinding (stikkontakt ikki loyvd) tó er loyvt at seta dós har tilledningur er kravdur.

Streymveitingin til nevndu lutir skal vera beinleiðis fra talvu til lutin (serstakan kaðal pr. lut).

Elinnleggjarin ska gera eltekning, ið visir, hvussu streymveitingin er háttað.

Mynd 1. Mátari nr. 2 verður bundin í mátara nr. 1 sum undirmátari og fær ikki sjálvstøðugt innleggingarnummar.

Elprísir:

Serligi elprísurin til hitapumpur og elbilar á heimløðistøðum er 1,39 kr./kWt við MVG.

Fyri løðing av elbilum á heimaløðistøð er galdandi, at um ikki løðingin verður stýrd av SEV, men um kundin velur, at bilurin skal løðast “her og nú”, kostar hetta eitt eyka gjald á 25 kr. íroknað MVG hvørja ferð, valið verður gjørt.