Um EL-IN
Virksemi byrjaði so smátt á heysti 1991 við einum lítlum verkstaði. Handilin við navninum EL-IN læt upp 19. sept 1992, og sigast má at ringt verður at finna eitt myrkari tíðarbil í nýggjari føroyskari søgu at byrja handilsvirksemi. 6. oktober, ella 17 dagar seinni fór alt samfelagi av lagi við tað at Sjóvinnubankin var hóttur við afturlating og Føroyar vóru settar undir umsiting.
Sagt verður oftani, at best er at byrja á botninum og vit í EL-IN kunnu í hvussu so er gleðast um eina framgongd í 15 ár á rað inntil 2006, sum gjørdist nógv besta árið hjá virkinum.
Søgan aftanfyri vøksturin er ein støðug víðkan í teim tænastum, sum EL-IN kann bjóða og í dag kunnu vit fegnast um eina fyritøku, sum hevur eitt stórt úrval innan lampur, hvítvørur, HiFi, el-lutir og búnýti.
Síðan norðoyatunnilin lat upp, 29. apríl 2006, hevur framgongdin verið enn størri, við tað at vit hava fingið eitt smidligari sambandi við meginøki. Hetta hava vit hjá EL-IN merkt nógv til, og síggja vit fleiri og fleiri fólk úr øðrum partum av Føroyum vitja okkara handil regluliga.
Vit hjá EL-IN ynskja at bjóða øllum vælkomin at vitja hesa heimasíðu, og handil okkara við tí stóra úrvalinum.